{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni

Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra.

Hesa vikuna hevur íslendski fiskimálaráðharrin Svandís Svavarsdóttir verið á vinnuferð í Føroyum saman við íslendsku alivinnuni.

Íslendski fiskimálaráðharrin nýtti í hesum sambandi høvi til at vitja Havstovuna, við tí fyri eyga at kunna seg um tað samstarv, sum er millum føroyskar og íslendskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.

Marita Rasmussen stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum við Havstovuni og deildarleiðarin á Umhvørvisdeildini Karin Margretha H. Larsen greiddi frá áhugaverda granskingararbeiðnum av havstreymunum, sum gera tað liviligt í Føroyum og Íslandi og tað samstarv, sum er við íslendsku Havstovuna. Eydna í Homrum granskari á uppsjóvardeildini greiddi m.a. frá um árligu felags kanningingarnar at gera meting av norðhavssildastovninum, sum føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger saman við havrannsóknarskipum úr Íslandi og hinum grannalondunum.

Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.

Viðkomandi tíðindi

  • Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun

    Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið

    Les meira

  • Børn og Havstovan á Sjómannadegnum

    Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,

    Les meira

  • Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni

    Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur

    Les meira

  • Havstovan nýggja heimasíðu

    Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu

    Les meira