
Havtaska ferðast helst við havstreyminum
Eftir útsjóndini at døma, ímynda vit okkum helst, at havtaska stórt sæð liggur still á botni og bíðar eftir at ein „góður biti“ skal svimja fram við. Men afturfingin goymslumerkir hava „avdúkað“, at havtaska ferðast meira enn ein hevði væntað! Havtaska svimur bæði eftir botni og upp og niður í sjónum, og tað er væl hugsandi, at hon nýtir havstreymar til partar av ferðingini.
Hetta er úr Sjóvarmál 2010, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

Merkt fisk á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…
