
Havtaska ferðast helst við havstreyminum
Eftir útsjóndini at døma, ímynda vit okkum helst, at havtaska stórt sæð liggur still á botni og bíðar eftir at ein „góður biti“ skal svimja fram við. Men afturfingin goymslumerkir hava „avdúkað“, at havtaska ferðast meira enn ein hevði væntað! Havtaska svimur bæði eftir botni og upp og niður í sjónum, og tað er væl hugsandi, at hon nýtir havstreymar til partar av ferðingini.
Hetta er úr Sjóvarmál 2010, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Merkt havtaska úr Íslandi fingin undir Føroyum
Ein havtaska, ið varð merkt undir Íslandi 22. mai 2012, varð fingin aftur við Føroyar 4½ ár seinni, tann 4. november 2016. Havtaskan varð merkt á positión 63°28N og 23°08V,…

Nýggj fiskasløg skrásett við Føroyar
Tveir sjáldsamir fiskar, Anaplogaster cornuta og Leptostomias sp., vórðu fingnir á rannsóknartúri á djúpum vatni við Magnusi Heinasyni í september 2015. Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkomandi…

Royndartúrur á djúpum vatni við Magnusi Heinasyni
Við Føroyar eru fýra sløg av kongafiski: Stóri kongafiskur, trantkongafiskur, lítli kongafiskur og kjaftsvartikongafiskur. Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

Havtaska ferðast millum gýtingarøki og føðiøki
Ljós og dagslongd avgera, nær havtaskan byrjar at ferðast til gýtingarøki á djúpum vatni um heystið og til grynri føðiøki um várið. Hetta er úr Sjóvarmál 2013, les víðari her.…
