Sild og svartkjaftur norðanfyri
Jákup Sverri, túrur nr. 2320
Tíðarskeið: 4-16/5 2023
Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen
Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri Føroyar. Ekkókanningin er partur av felags kanningum av norðhavssild og svartkjafti, sum eru skipaðar undir “ICES Working Group of International Pelagic Surveys” (WGIPS), saman við skipum úr Noregi, Íslandi, Bretlandi og ES (Danmark).
Samandráttur
Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár (Mynd 1). Tað var einans inn móti íslendska landgrunninum og í útnyrðingshorninum og landsynningshorninum av kanningarøkinum at lítið var at síggja. Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016 árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum (Mynd 2).
Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum (Mynd 1), har sjógvurin eisini er lutfalsliga heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum vóru 2 ella 3 ára gamlir (Mynd 3).
Um samlaðu nøgdina av sild og svartkjafti ber einki til at siga, fyrrenn tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni. Umframt sildakanningarnar varð skurður N eisini tikin (Mynd 4).



Um túrin
Vit fóru av Havnini á middegi hósdagin 5. mai. Farið var beint á Skurð N (Mynd 4) sum varð tikin áðrenn sildakanningarnar byrjaðu. Leygarmorgunin 7. mai komu vit á ætlaðu sildakanningarkósina og byrjaðu at gera kanningar. Ekkóskrift av sild og svartkjafti undir skipinum varð mátað við ekkóintegratori. Øll tøl vórðu goymd á teldu og viðgjørd við forritinum LSSS. Við hesum forritinum kann metast um nøgdina av sild og svartkjafti á sigldu leiðini. Eisini vóru umhvørviskanningar, við umleið 60 fjórðingum millum, gjørdar við CTD-máting (hiti/salt) og WP-2 prøva (djóraæti). Trolið varð koyrt út tá skrivt var á ekkoloddinum.
Veðrið var gott mestsum alla túrin og kanningarnar vóru ótarnaðar. Fríggjakvøldið 12. mai var nakað av vindi, so troling var ikki ráðilig, men lítið var at síggja á ekkoloddinum, so eingin orsøk var at koyra trolið út. Silda- og svartkjaftakanningarnar vóru lidnar sunnudagin 14. mai og vit vóru aftur á Havnini týsmorgunin 16. mai. Tilsamans vóru 17 trolstøðir og 22 umhvørvisstøðir tiknar og sigldir vóru umleið 2050 fjórðingar.

Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og Sýnishondbókini. Tal av longdarmátingum og aldursgreiningum av sild og svartkjafti síggjast á Mynd 2 og 3.
Reiðskapur
Flótitrolið MultPelt832 til trolkanningar – 45 mm meskavídd í posanum, 80 m breidlar og Twister Lemmar (4,5 m2 , 1650kg). Simrad EK80 ekkólodd á lorikjøli til at skráseta ekkóskriftina á leiðini. CTD-sonda við vatnfløskumog WP2- glúpur til umhvørviskanningar.
Viðmerkingar
Silas Olofson var við á túrinum. Hann gjørdi m.a. fuglateljingar og skrásetti gott 20 fuglasløg kring skipið, skrásetti hvørja føði ymsu fuglarnir taka og stóð eisini fyri at goyma livandi fiskar í kari á dekkinum til at hava heim við til Sjósavnið.
Umframt vanligu lívfrøðiligu prøvatøkuna av sild, vórðu eisini tikin ílegusýni av 90 sildum til samanberandi kanningar við rannsóknarstovnarnar í grannalondunum. Gott 100 svartkjaftar vórðu frystir til íslendingar at gera ílegukanningar. Úrslitini frá hita-, salt- og djóraætismátingum verða viðgjørd í felags túrfrágreiðing, sum verður skrivað um hálvan juni, tá eisini vísitøl frá øllum luttakandi skipunum verða gjørd til stovnsmetingina av norðhavssild.
Fólk við frá Havstovuni
Sólvá Káradóttir Eliasen (kanningarleiðari), Leon Smith, Poul Vestergaard, Gunn í Horni Hansen.
Túrfrágreiðingar
Yvirlitstroling – djúpt
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnfisk á djúpum leiðum. Hetta er ein yvirlitstroling fyri djúpvatnsfisk í […]
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. […]
Yngul- og ætikanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa […]
Viðkomandi tíðindi
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 20/3-5/4…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024
Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…
Minni til av norðhavssild og svartkjafti
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú…