{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartkjaftur sunnanfyri

Jákup Sverri, túrur nr. 2312

Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023

Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen

Endamál:

At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felags kanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES saman við Noregi og ES (Hollandi, Írlandi og Spania).

Samandráttur

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 23. mars til 6. apríl 2023. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør (Mynd 1). Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar (Mynd 2). Meginparturin av fiskinum hevði gýtt (Mynd 1). Longdarbýti og aldursbýti av svartkjafti er víst í ávikavist Mynd 2 og Mynd 3. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í okkara prøvum í ár. Vit frættu frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.

Mynd 1. Akustiskar skrásetingar av svartkjafti (sA, m2/nm2) sunnan fyri Føroyar 22/3-5/4 2023. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200 og 500 m botnlinjur eru vístar.

Mynd 2. Longdarbýti (vinstrumegin) og aldursbýti (høgrumegin) av svartkjafti frá kanningunum 22/3-5/4 2023.

Um túrin

Túrurin byrjaði við at kalibrera (stilla) ekkóloddini inni á Skálafjørðinum. Síðani var farið suður í írskan sjógv, har túrurin skuldi byrja. Veðrið var gott meginpartin av túrinum, kanska tveir til tríggir dagar við ruski. Tilsamans 26 støðir vórðu tiknar, har hiti, salt og æti bleiv mátað. Tóvað varð eftir svartkjafti, tá hann sást á ekkóloddinum.

Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.

Prøvatøka

Veiðan varð viðgjørd sambært Sýnishondbókini. Umframt longd og vekt av svartkjafti vóru nytrur av pørtum av veiðuni tiknar til aldursgreining.

Reiðskapur                 

Multpelt 832 flótitrol og 4.5 m2 Twister lemmar. CTD og WP2-glúpur.

Viðmerkingar

Kanningin er skipað sum ein altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum verður roknað síðst í apríl.

Fólk við frá Havstovuni

Jan Arge Jacobsen (kanningarleiðari)
Ebba Mortensen, Jens Arni Thomassen, Dan Askam, Costanza Cappelli (IT/DK) og Lauren Clayton (UK)

Túrfrágreiðingar

  • Yvirlitstrolingar eftir makreli

    Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og […]

    Les meir

  • Sild og svartkjaftur norðanfyri

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í […]

    Les meir

  • Svartkjaftakanningar sunnanfyri

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

    Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug…

    Les meira

  • Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

    Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð boð uppá, hví tilgongdin broytist so sera nógv frá…

    Les meira

  • Sildakanningar norðanfyri

    Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meira enn helvtin av sildini…

    Les meira

  • Svartkjaftastovnurin í minking

    Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst…

    Les meira