
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka.
Tiltakið verður:
Á Hotel Brandan
5. februar – kl. 08:30-12.30
Útgangsstøðið er ein verkætlan hjá Havstovuni, har endamálið m.a. er at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka og hvat vita vit ikki.
Endamálið við kunnandi tiltakinum er at greiða frá tí, sum vit eru komin fram til higartil, at frætta um onnur hava aðra vitan um Føroyabanka, sum vit ikki kenna til, og at hava eitt orðaskifti við pallborðsluttakarum og spurningum úr salinum. Hetta kann vera íkast til endaliga tíðarritið, sum skal gevast út eftir tiltakið.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.
Skrá
08:30 Koma/skráseting og kaffi
Orðstýrari: Annika Sølvará
Partur 1: Framløgur 09:00
09:00 Vælkomin – Marita Rasmussen
09:10 Tilfeingissamfelagið á Føroyabanka – Petur Steingrund
09:20 Fuglasamfelagið á Føroyabanka – Silas Olofson
09:30 Tað serliga við Bankatoskinum – Eyðfinn Magnussen
09:40 Fiskiskapur á Føroyabanka – Helga Bára Mohr Vang
10:00 – Kaffisteðgur
10:20 Umhvørvisdata á Føroyabanka – Karin Margretha H. Larsen
10:30 Úrslit og niðurstøður frá verkætlanini higartil. Hvat vita vit og hvat vita vit ikki – Ian Salter
Partur 2: Pallborð 10:55
10:55 Greitt verður frá, hvussu pallborðsfundurin verður skipaður.
11:00 Upplegg: Umsiting av fiskastovnum á Føroyabanka við atliti til broytingar í umhvørvinum.
Ian Salter, Helga Bára Mohr Vang, Heri Vang og Anfinn Olsen.
Orðstýrarin spyr um spurningar úr salinum ímillum uppleggini.
11:30 Kjak
Tikið verður samanum – Marita Rasmussen
Endað verður við løttum ábiti
Vitan og spurningar
Hevur tú onkra týðandi vitan um Føroyabanka, onkran spurning ella uppskot til víðari kanning/gransking, vilja vit fegin frætta. Vinarliga boða frá hesum, samstundis sum tú boðar frá luttøku.
Boða frá luttøku

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni
Viðkomandi tíðindi

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
03.04.2024
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Merking av fiski á Føroyabanka
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?
26.09.2023
Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyr…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
18.09.2023
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka
12.04.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa a…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka
15.03.2023
Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…
