
Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni
Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr.
Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og fýra av teimum vóru lagdar fram á framløgudegnum. Inga Kristiansen greiddi frá um leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild og vegna Eilif Gaard greiddi hon frá kanningum av reyðæti, sum rekur úr Bankarennuni um veturin. Jóhannis Danielsen greiddi frá árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg og Ian Salter greiddi frá, hvussu umhvørvis-DNA verður brúkt til at kanna botnfisk undir Føroyum.
Umframt áðurnevndu verkætlanir, so stuðlar Fiskivinnugransking í løtuni eisini tveimum øðrum verkætlanum á Havstovuni, nevniliga einari sum snýr seg um reyðsprøku og tungu og einari um taraskógir sum uppvakstrarøki.
Á framløgudegnum luttók harafturat Petur Steingrund við eini framløgu um royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa/botnfiski.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Havstovan í nýggjari verkætlan
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er.
