
Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni
Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr.
Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og fýra av teimum vóru lagdar fram á framløgudegnum. Inga Kristiansen greiddi frá um leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild og vegna Eilif Gaard greiddi hon frá kanningum av reyðæti, sum rekur úr Bankarennuni um veturin. Jóhannis Danielsen greiddi frá árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg og Ian Salter greiddi frá, hvussu umhvørvis-DNA verður brúkt til at kanna botnfisk undir Føroyum.
Umframt áðurnevndu verkætlanir, so stuðlar Fiskivinnugransking í løtuni eisini tveimum øðrum verkætlanum á Havstovuni, nevniliga einari sum snýr seg um reyðsprøku og tungu og einari um taraskógir sum uppvakstrarøki.
Á framløgudegnum luttók harafturat Petur Steingrund við eini framløgu um royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa/botnfiski.
Viðkomandi tíðindi

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur

Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu

Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini

Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu
