
Fiskiskapur eftir reyðæti
Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti. Við skynsemi og hollari vitan ber til at veiða ein part av hesum reyðætinum í djúpa partinum av Bankarennuni, uttan at tað darvar fisk og annað, ið livir av reyðæti.
Hetta er úr Sjóvarmál 2019, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Inga framløgu um djóraæti
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongshøll tann 27. september kl. 11:20. Tað ber til…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…
Yngul- og ætikanningar 2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…