{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Skrubba

Limanda limanda

Skrubba er høgravendur flatfiskur. Hon hevur eina langa ryggfjøður frá mitt yvir vinstra eyga aftur til klingruna, eina langa gotfjøður frá gotinum til klingruna. Hon hevur stóran stert, smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar og pík við gotið. Hon hevur lítið høvd og lítlan kjaft, smáar roðslur, eitt sindur hvøss at føla eftir bakinum. Strikan gongur í stóran boga uppi yvir uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Skrubba er undir Føroyum og Íslandi, í Hvítahavinum, vestur og suður við Noregsstrondini suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, kring Bretsku Oyggjarnar til Biskeia.

Stødd

Skrubba verður upp í 42 cm long, sjáldan størri enn 35 cm.

Dýpi

Hon er úr umleið 5 m út á 150 m dýpi.

Litur

Liturin skiftir nakað eftir botninum. Á bakinum er hon svartgrá, ljósabrún, grálig, kámt reyð/gul/brún, ofta við gulum blettum, ójavnt settir um alt bakið.

Eyðkenni

Tann nógv bogaða strikan. Skilist frá reyðsprøku og ósaskrubbu m.a. á tí, at hon hevur ikki beinkamb aftur frá eyganum.

Týdningur

Nakað verður avreitt av skrubbu, men prísurin er ikki góður.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Skrubba, Sandflundra, Sandsprøka
Lat:Limanda limanda
Dan:Ising, Slette
Eng:Dab, Common Dab, Garve, Garve fluke, Lang fleuk, Lang fluke, Murcock, Prain fluke, Sand dab, Sand sucker, Sautie, Yellow dab
Fin:Hietakampela
Fra:Limande, Brou, Cardine, Fleurin, Limande Commune, Limande franche, Limanden, Playne, Prou
Gri:Chromatída, Limánta
Ísl:Sandkoli
Ita:Limanda
Jap:Karei
Ned:Schar
Nor:Sandflyndre
Pol:Zimnica
Por:Solha escura do Mar do Norte, Solha escura do Norte
Rus:Eršhovatka, Ersovatka, Limanda
Spa:Limanda nordica, Solla
Sve:Sandskädda, Flundra, Sandflundra, Slätta
Týs:Scharbe, Kliesche
USA:Dab, Flounder

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira