{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Norskakvoysa

Phrynorhombus norvegicus

Norskakvoysa er vinstravendur flatfiskur. Minsti flatfiskur á okkara leiðum, og har hon er breiðast, fjaðrarnar ikki roknaðar uppí, er hon um 1/3 av heildarlongdini. Uggafjøðurin myrkumegin er størri enn uggafjøðurin hvítumegin. Búkfjaðrarnar eru ikki fastar í gotfjøðurini. Klingran er nakað smøl. Sterturin er nakað rundaður aftan. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin ganga inn undir klingruna hvítumegin. Ryggfjøðurin byrjar oman fyri og framman fyri høgra eyga. Norskakvoysa hevur stóra rufluta roðslu báðumegin, tó smærri roðslur hvítumegin. Strikan bogar eitt sindur yvir uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Í Føroyum er norskakvoysa í Sundalagnum, á Kollafirði og Skálafirði. Er eisini veidd á landgrunninum. Er annars við Bretsku Oyggjarnar og norðara part av Biskeiavíkini, inn í Skagerrak, fram við Noregi til Murmansk og við Ísland.

Stødd

Norskakvoysa verður í mesta lagi einar 12 cm long.

Dýpi

Hon er úr 10 út á 200 metra dýpi.

Litur

Hon er gullig, morbrún myrkumegin, við døkkum tvørblettum. Hvítumegin er hon ljós, hvítgrá.

Eyðkenni

Støddin. Vinstravend. Breiddin afturímóti longdini. Smala klingran.

Týdningur

Norskakvoysa hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Norskakvoysa
Lat:Phrynorhombus norvegicus
Dan:Småhvarre
Eng:Norwegian topknott
Fin:Pikkukampela
Fra:Targie naine, Phrynorhombe de norwège
Ísl:Litli flóki
Ita:Rombo peloso
Ned:Dwergtarbot
Nor:Småvar
Pol:Turbotek norweski
Por:Bruxa-norueguesa
Spa:Limanda noruega
Sve:Småvar
Týs:Zwergbutt
USA:Norwegian topknot

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira