{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nevhavmús

Harriotta raleighana

Nevhavmús er spísk í báðum endum, tjúkkast um bulin. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er høg og stutt við stórum, hvítligum píki frammanfyri. Hin aftara er lág og long. Hon hevur stórar, veingjalíkar uggafjaðrar. Hon hevur ongan stert, men tvær fjaðrar á halanum, undir og yvir, sum renna saman aftureftir og enda í einum longum dregli. Eygu og kjaftur eru lítil. Sansigøgn, ið ganga í strikum um alt høvdið. Striku ovarlaga eftir síðunum. Sermerkt er tað langa nevið, ið stingur framúr oman fyri kjaftin. Kjafturin situr undir eygunum, ella kanska heldur aftari.

Útbreiðsla

Hon fæst javnan á djúpum vatni sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Er annars undir Íslandi og Føroyum suður við Evropa til Marokko. Á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Í vestara Atlantshavinum er hon frá Nova Scotia til Virginia og Brasil. Er eisini í Kyrrahavinum, við Japan, Avstralia og Kalifornia.

Stødd

Nevhavmús verður í mesta lagi 120 cm í fullari longd og í mesta lagi 70 cm til fremra enda á ovaru halafjøður.

Dýpi

Hon er úr 360 m niður á 2000 m.

Litur

Hon er javnt brúnlig, fjaðrakantarnir eru myrkir, og búkfjaðrarnar eru heilt dimmar.

Eyðkenni

Nevhavmús líkist mest tranthavmús. Munur á teimum er m.a., at kjafturin á nevhavmús situr undir eygunum. Kjafturin á tranthavmús situr fremri enn eyguni. ’Nevið’ gongur líkasum fram úr yvirkjaftinum, heldur enn fram úr enninum, sum á tranthavmús.

Týdningur

Nevhavmús hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Nevhavmús
Lat:Harriotta raleighana
Eng:Bentnose rabbitfish, Longnosed chimaera, Narrownose chimaera
Fin:Nokkakuningas
Fra:Chimère bécune du Pacifique, Chimére á nez rigide, Chimère Raleigh, Chimère spatule
Ísl:Langnefur
Jap:Azuma-ginzame
Pol:Drakon a. strzalosmok
Spa:Quimera picuda del Pacífico
Týs:Gewöhnliche Langnasenchimäre, Langnasenchimäre
USA:Longnosed chimaera, Rat fish

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira