{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Naglaskøta

Raja clavata

Naglaskøta er breiðari millum ravaendarnar, enn hon er úr tranti í got. Halin er umleið helvtina av eildarlongdini. Ravaendarnir eru umleið vinkulrættir. Smáir naddar eru um alla skivuna, bæði undir og yvir. Størri píkar eru, eitt rað er av herðunum og út á halan og eitt, viðhvørt tvey, hvørjumegin á halanum. Vaksnir kallfiskar hava ofta færri píkar. Píkar eru við eyguni. Á skák aftur frá eygunum er ein píkur, og somuleiðis ytst á trantinum og ytst á ravunum er ein píkur. Millum ryggfjaðrarnar eru vanliga ein ella tveir píkar.

Útbreiðsla

Naglaskøta er sunnan fyri pólkringin undir Íslandi og við Noreg, suður til Marokko og Namibia. Við Asoroyggjarnar, Madeira, í Miðjarðarhavinum, Svartahavinum og Norðsjónum til Oyrarsunds. Undir Føroyum er hon á landgrunninum og bankunum eystanfyri og vestanfyri, men sæst ikki ofta.

Stødd

Naglaskøta verður upp í umleið 120 cm long.

Dýpi

Hon er av grunnum vatni og niður á 300 metrar.

Litur

Liturin er skiftandi, men oftast rættiliga sprøklutur. Á bakinum er hon mest grálig við gulligum ella brúnligum farra, við óregluligum dimmum og ljósum blettum og strikum. Vanliga hevur hon ljós bond tvørtur um halan. Undir búkinum er hon gráhvít.

Eyðkenni

Píkarnir hava slætta rót og standa á einum lítlum vøli, og oddarnir eru bendir afturá. Teir sprøklutu litirnir.

Týdningur

Naglaskøta verður fiskað sum hjáveiða við línu og troli og seld til matna.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Naglaskøta
Lat:Raja clavata
Azo:Raia-lenga
Dan:Sømrokke
Eng:Thornback ray, Dinnan, Doctor, Flair, Gunnack, Gurney, Roker, Thornie, Wildmeer skate
Fin:Okarausku
Fra:Raie Bouclée, Clouée, Grisard, Ikara, Raie Bouclee, Raie grise, Raie grise bouclee, Raie verte, Rea gris, Zerra Bouke
Gri:Selahi
Ísl:Drøfnuskata
Ita:Razza chiodata, Pichira, Raja petrosa, Razza spinoza
Ned:Stekelrog, Gewone rog, Rokke, Ruige rog
Nor:Piggskate
Pol:Raja Nabijana
Por:Raia Lenga, Raia pregada, Raja Pinta, Raja Pregata
Rus:Morskaya lisitsa
Spa:Raya de clavos, Raya Comun, Raya Crabuda
Sve:Knaggrocka
Týs:Nagelrochen, Dornrochen, Keulen Stachel, Keulenrochen, Steinroche
Ukr:Morska lysitsa
USA:Thornback ray

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…