{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hvítaskøta

Raja lintea

Gronin er spísk og long, umleið 3,5 ferðir ennibreiddina. Vaksnir fiskar hava eitt rað av hvítum píkum, millum 42 og 51, mitt aftur eftir bakinum og út á halan. Eitt ella fleiri óreglulig røð av píkum eru á síðunum á halanum. Tveir stórir píkar eru á ‘herðunum’, umleið 4 píkar við eyguni og umleið 4 framman fyri eyguni. Hon hevur ongan pík millum ryggfjaðrarnar. Onkrar gamlar skøtur hava ongar píkar framman fyri halan og hava bert nakrar naddar við eyguni og á ‘herðunum’. Halapíkarnir eru har framvegis, eisini teir eftir kantunum. Ravakantarnir framman eru eitt sindur bogaðir inní.

Útbreiðsla

Hvítaskøta er frá Suður- og Vesturnoregi, um Hetland og Føroyar til Íslands og Vesturgrønlands. Undir Føroyum er hon rættiliga vanlig m.a. suðuri á Munkagrunninum á umleið 450 m dýpi.

Stødd

Hvítaskøta verður upp í 124 cm long.

Dýpi

Hon er úr 150 m niður á 650 m.

Litur

Um bakið er hon brún- ella blágrá, viðhvørt rættiliga dimm. Undir búkinum er hon hvít, oftast við tveimum blágráum blettum við gotið. Hon er blágrá fram við ravakantunum aftanfyri ravahornini. Undir halanum er hon hvít fram við kantunum, og ein grá strípa er eftir allari miðjuni.

Eyðkenni

Tann ljósi liturin og píkarnir á halanum. Eyðsýnd er tann gráa strípan mitt undir halanum.

Týdningur

Hvítaskøta verður avreidd sum annar fiskur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hvítaskøta
Lat:Dipturus linteus, Raja lintea
Dan:Hvidrokke
Eng:Sailray, Sharpnose skate
Fin:Valkorausku
Fra:Raie voile, Raie blanche
Grø:Tarraleqisaaq
Ísl:Hvítaskata
Ita:Razza blanca Atlantica
Ned:Zeilrog
Nor:Kvitskate, Hvitrokke, Hvitskate
Pol:Raja glebinowa
Por:Raia-nevoeira, Raya branca
Spa:Raya vela, Raya blanca
Sve:Vitrocka, Blagarnsrocka
Týs:Weißroche, Weissrochen

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira