{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hornabrosma

Ciliata mustela

Hornabrosma er langvaksin og tjúkk, minnir í skapi um brosmu. Umframt finnuna á lippuni eru tvey pør av hornum á gronini, tey ovaru eru longri. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er heilt lág, tó ikki fremsti teinurin, sum er eins høgur og aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long og javnari til hæddar. Hon er frá aftara enda á uggafjaðrunum aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar eru stórar og avrundaðar. Búkfjaðrarnar eru smáar, men fremsti teinur er um tvær ferðir longri enn fjøðurin annars. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna, og sterturin er væl avrundaður. Hon hevur stutt høvd, og kjafturin røkkur aftur um eyguni. Strikan er ótýðilig og er ikki í einum. Fremra helvt bogin heilt upp yvir uggafjøðurina.

Útbreiðsla

Hornabrosma er undir Føroyum. Annars á Suður- og Vesturlandinum í Íslandi, við Bretsku oyggjarnar, frá Norðurnoregi til Portugals. Sløðist innansyndis í Danmørk.

Stødd

Hornabrosma verður upp í 45 cm long, vanliga um 25 cm.

Dýpi

Hon er inni í taranum niður á 20 m dýpi.

Litur

Hon er myrkabrún um bakið og um síðurnar, viðhvørt næstan svørt ella reydlig, tað valdast litirnar, sum eru, har ið hon heldur til. Undir búkinum er hon ljósari, grálig.

Eyðkenni

Tey fýra hornini á gronini og finnan. Hin lága, fremra ryggfjøðurin. Ongar skeggtraðrir við yvirkjaftin. Høvuðlongdin er um 19-23% av heildarlongdini.

Týdningur

Hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hornabrosma
Lat:Ciliata mustela, Gaidropsarus mustela, Onos mustela
Dan:Femtrådet havkvabbe
Eng:Fivebeard rockling, Five bearded rockling, Live-bearded rockling
Fin:Viisiviiksinen merimade
Fra:Motelle à cinq barbillons
Ísl:Keilubróðir
Ita:Motella
Ned:Lompje, Meun, Vijfdradige meun, Zeepuitaal
Nor:Femskjegget tangbrosme
Pol:Onos a mostelka, Mustela
Por:Laibeque, Badio, Laibeque-de-cinco-barbillos, Làtego, Pico
Rus:Pjatiusyj nalim
Sve:Femtömmad skärlånga
Týs:Fünfbärtelige Seequabbe

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira