{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Brynjubúrfiskur

Hoplostethus mediterraneus mediterraneus

Brynjubúrfiskur hevur høgt og flatt kropsskap. Hann hevur eina stóra ryggfjøður, eina gotfjøður. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru miðalstórar. Sterturin er nógv sýldur. Høvdið er millum 36 – 43% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, umleið 33% av høvuðlongdini, og høvdið er nærum eins høgt og langt. Kjafturin er á skák uppeftir og frameftir. Gronin gongur næstan beint niður framman fyri eyguni. Kjálkarnir og kápan eru klædd við beinplátum og hava píkar. Hann hevur týðiligt og hvast kjalarskrubb.

Útbreiðsla

Nakrir fáir brynjubúrfiskar fáast viðhvørt í hellingunum suður av Bankarygginum og bankunum vestanfyri. Annars er hann norður gjøgnum alt Atlantshavið frá Suðurafrika til Íslandsryggin, Miðjarðarhavið, Indiahavið, Reyðahavið og Kyrrahavið. Hann er í Karibiahavinum og Meksikoflógvanum.

Stødd

Brynjubúrfiskur verður neyvan longri enn 40 cm.

Dýpi

Hann er úr 200 m niður á 900 m.

Litur

Oman fyri strikuna er hann bleikt reydligur, ljósareyður. Um síðurnar er liturin svart-silvur, reyðari um høvdið enn um bakið. Fjaðrarnar eru reyðari enn kroppurin.

Eyðkenni

Hann minnir í litum og skapi um búrfisk, fagurserk og reyðserk. Beinpláturnar og harða kjalarskrubbið. Eygnastøddin og høvuðstøddin.

Týdningur

Brynjubúrfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Brynjubúrfiskur, Skjaldbrystlingur
Lat:Hoplostethus mediterraneus
Azo:Olho-de-vidro
Eng:Black-mouthed alfonsin, Rosy soldier fish, Rough fish, Sawbelly
Fra:Poisson montre, Hoplostete violet
Gri:Oplostithos
Ísl:Búrfiskbróðir
Ita:Pesce specchio
Pol:Gardlosz sródziemnomorski
Por:Olho de vidro
Spa:Reloj, Reloj mediterráneo
Týs:Degenfisch
USA:Silver roughy, Sawbelly

Viðkomandi tíðindi

  • Tilmæli 2024

    Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira