{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Djóraæti á Landgrunninum á vári

Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal and spatial variability of zooplankton on the Faroe shelf in spring 1997-2016”. Í greinini verður djóraæti á Landgrunninum seint í apríl, bæði á innari og ytru leiðunum, viðgjørt.


Bæði toskur og hýsa gýta á vári. Seint í apríl eru fiskalarvurnar smáar um 0.5-1 cm, og tí klára tær einans at taka smáa føði. Egg og ungar undan djóraætinum eru hóskandi føði ta fyrstu tíðina, men so hvørt sum fiskalarvurnar vaksa, megna tær at taka størri og størri føði. Hendan greinin viðger samansetingina av djóraæti á vári í mun til umhvørvisviðurskifti, so sum hita, saltinnihald og gróður. Kanningarnar eru gjørdar í eitt 20-ára tíðarskeið. Ein av høvuðsniðurstøðunum er, at várgróðurin hevur stóran týdning fyri talið av smáum sløgum av djóraæti, ið hoyra til á Landgrunninum. Tað bendir á, at fiskalarvurnar hava betri føðiumstøður tey árini, tá gróðurin er góður enn tey árini, gróðurin er verri. Harumframt vísir greinin á eina broyting í gýtingartíð hjá reyðæti, soleiðis at tey í dag gýta fyrr á árinum enn undan 2007. Hvør orsøkin er til hetta skiftið, veit mann ikki, men sannlíkt er, at broytingin hevur havt við sær aðrar broytingar í vistskipanini. Eisini lýsir greinin, hvussu djóraæti í stórum nøgdum rekur frá víða havinum og inn á Landgrunnin, serliga vestaneftir.

Greinin er gjørd í samband við verkætlanina “Livilíkindini hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum”, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum og Statoil.

Myndin vísir útbreiðsluna av æti á føroyska landgrunninum seint í apríl 1997-2016: a) egg frá djóraætinum; b) ungar frá djóraætinum; c) ungt reyðæti; d) vaksið reyðæti; e) annað djóraæti; f) djóraæti, ið hoyrir til Landgrunnin; g) egg og larvur frá botndjórum og fiski; h) gróður. Hvíta linjan vísir á leið, hvar sjóvarfalsfronturin er.

Viðkomandi tíðindi

  • Yngul- og ætikanningar 2023

    Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…

    Les meira

  • Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

    Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…

    Les meira

  • Jákup Sverri verið á hydrografitúri

    Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …

    Les meira

  • Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

    Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…

    Les meira