
Djóraæti á Landgrunninum á vári
Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal and spatial variability of zooplankton on the Faroe shelf in spring 1997-2016”. Í greinini verður djóraæti á Landgrunninum seint í apríl, bæði á innari og ytru leiðunum, viðgjørt.
Bæði toskur og hýsa gýta á vári. Seint í apríl eru fiskalarvurnar smáar um 0.5-1 cm, og tí klára tær einans at taka smáa føði. Egg og ungar undan djóraætinum eru hóskandi føði ta fyrstu tíðina, men so hvørt sum fiskalarvurnar vaksa, megna tær at taka størri og størri føði. Hendan greinin viðger samansetingina av djóraæti á vári í mun til umhvørvisviðurskifti, so sum hita, saltinnihald og gróður. Kanningarnar eru gjørdar í eitt 20-ára tíðarskeið. Ein av høvuðsniðurstøðunum er, at várgróðurin hevur stóran týdning fyri talið av smáum sløgum av djóraæti, ið hoyra til á Landgrunninum. Tað bendir á, at fiskalarvurnar hava betri føðiumstøður tey árini, tá gróðurin er góður enn tey árini, gróðurin er verri. Harumframt vísir greinin á eina broyting í gýtingartíð hjá reyðæti, soleiðis at tey í dag gýta fyrr á árinum enn undan 2007. Hvør orsøkin er til hetta skiftið, veit mann ikki, men sannlíkt er, at broytingin hevur havt við sær aðrar broytingar í vistskipanini. Eisini lýsir greinin, hvussu djóraæti í stórum nøgdum rekur frá víða havinum og inn á Landgrunnin, serliga vestaneftir.
Greinin er gjørd í samband við verkætlanina “Livilíkindini hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum”, sum varð stuðlað av Granskingarráðnum og Statoil.

Viðkomandi tíðindi
Livandi rundorma-larva funnin í reyðæti
Regluligu planktonkanningarnar av sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun sýndu eitt óvæntað úrslit: Tá prøvin varð kannaðurundir mikroskopi sást, at eitt reyðæti hevði eina livandi rundormalarvu inni í sær. Hetta er…
Kaldur Eysturíslandssjógvur týdning fyri nøgdir av djóraæti norðan fyri Føroyar
Samanrenning og blanding av heitum Atlantssjógvi og køldum Eysturíslandssjógvi ger eitt frontøki norðan fyri Føroyar, sum er ríkt í djóraæti. Nýggj gransking vísir, at samband er ímillum nøgdirnar av stóra…
Fiskiskapur eftir reyðæti
Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti. Við skynsemi og hollari vitan ber til at veiða ein part…
Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum
Djóraæti byrjar at nørast fyrr inni á Landgrunninum enn uttan fyri Landgrunnin, og bæði sløg og nøgdir av djóraæti broytast nógv í mun til tíð og stað. Tað vísa kanningar…