{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Temasíður

  • Føroyabanki 2026

    Føroyabanki 2026

    Havstovan skipaði fyri einum kunnandi tiltaki á Hotel Brandan um fisk og havumhvørvi á Føroyabanka. Útgangsstøðið var ein verkætlan hjá Havstovuni, har endamálið m.a. er at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka og hvat vita vit ikki. Endamálið við kunnandi tiltakinum var at greiða frá tí, sum vit eru komin fram til higartil, at frætta um onnur hava aðra vitan um Føroyabanka, sum vit ikki kenna til, og…

  • Vísindavøka

    Vísindavøka

    Vísindavøka er føroyski parturin av European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa. Endamálið við Vísindavøkuni er at økja um áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er ókeypis. Vísindavøkutíðindi

  • Veðurlagsdagur

    Veðurlagsdagur

    Á Veðurlagsdegnum í ár verður høvuðsevnið “Ávirkan” og fara fleiri framløgur at snúgva seg um, hvussu Føroyar og vit sum her búgva, eru ella kunnu verða ávirkað av veðurlagsbroytingum.  Umframt at Veðurstovan, Havstovan o.o. fara at leggja fram nýggjar dátur og vitan um føroyska veðurlagið og ávirkan av veðurlagsbroytingum, eru tvær gestaframløgur: Adrian Lema, starvast hjá Danmarks Meterologiske institutt og er formaður í Nationalt Center for Klimaforskning, har…

  • Sjóneykan

    Sjóneykan

    Vit seta sjóneykuna á týðandi evni ella spurningar, og fara í dýpdina at greina nýggj innlit úr granskingarúrslitunum hjá Havstovuni. Nýggjastu tíðindini

  • Fiskivinnustevnan 2022

    Fiskivinnustevnan 2022

    Havstovan skipaði fyri eini ráðstevnu á Hotel Føroyum, har evnið var: “Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” Endamálið var at savna breiða umboðan frá vinnuni, fakliga umhvørvinum, umframt politisku skipanini, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. Granskarar á Havstovuni og umboð fyri vinnuna høvdu framløgur um núverandi støðu og útlit fyri eini burðardyggari føroyskari fiskivinnu. Framløgurnar frá degnum eru niðanfyri.

Nýggjastu tíðindini

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Stovnsrøkt í skiftandi umhvørvi

03.06.2026

Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, su…

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra

27.05.2026

Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lí…

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Gloyptur sjófuglur

06.05.2026

Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga. Talan var um ein sjófugl,…

ICES fundur á Havstovuni

05.05.2026

Í farnu viku hevur Havstovan hýst einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri f…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

05.05.2026

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…