{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Serstakt tema

Veðurlagsdagur 2027

Væntandi í mars

Tiltakið er ókeypis – Tó krevst tilmelding

Fyrsti Veðurlagsdagur varð hildin í 2024. Tá var høvuðsspurningurin “Er føroyska veðurlagið broytt?” Í 2025 snúði dagurin seg í stóran mun um ST-ávísar (indikatorar) fyri veðurlagsbroytingum, sæddir úr føroyskum sjónarhorni. Í 2026 var høvuðsevnið “Ávirkan”.

Samanumtøkur við samandráttum og framløgum frá øllum Veðurlagsdøgunum eru at finna niðanfyri.

Fyriskipararnir ynskja við hesum, at vitan, sum er løgd fram á Veðurlagsdøgunum, er alment atkomuligu og at øll áhugað kunnu fáa betri innlit í hesi viðurskifti, og fáa atgongd til dátur og tíðarrøðir, sum á einhvønn hátt lýsa føroyska veðurlagið, veðurlagsbroytingar og annað viðkomandi.

Veðurlagsdagurin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.