Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.
Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har korallir vórðu sæddar í fjør, varð tó eisini kannað, sí kort niðanfyri.

Støðir við videokanning av korallum undir Føroyum í juni 2018, svartir trýkantar, og í 2017, reyðir fýrakantar. Ikki var væntað at finna korallir í økinum norðan- og eystan fyri Føroyar og tí vóru støðir ikki tiknar har.
Korallir vórðu staðfestar í trimum økjum: Suður av Sandoyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka. Í norðara kanti á Føroyabanka, norðan fyri Skeivabanka og á Munkagrunninum vóru korallir fyrr í tíðini, men á hesum støðum vóru ongar korallir at síggja á hesum túrinum.
Nógvar áhugaverdar eygleiðingar vóru av svampi, botndjórum og fiski. Les alla frágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
-

Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra, Á ferðini…
-
Standard hydrografi og jarðfrøðiligar kanningar
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2638 Tíðarskeið: 31/8-7/9-2026 Ábyrgd: Karin M. H. Larsen og Hjálmar Hátún Endamál: Tvinni endamál vóru við túrinum: Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti,…
-

Filmað korallir undir Føroyum
Filmsupptøkur av havbotninum kring Føroyar í 2017 og 2018 vísa, at korallir eru í økjunum millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka. Hetta er úr…
-

Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har…