{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Umleið sama nøgd var at fáa av svartkalva í ár í mun til í fjør og er at rokna sum eitt miðalár.

Meginparturin av svartkalvanum var millum 45 og 65 cm langur. Meginparturin var óbúgvin rognafiskur og bert fáir rognafiskar við rennandi rognum eru fingnir undir Føroyum. Svartkalvin undir Føroyum er partur av einum størri stovni, sum eisini heldur til undir Íslandi og Eysturgrønlandi.

Les túrfrágreiðing her.

Viðkomandi tíðindi

  • Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

    Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

    Les meira

  • Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

    Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum og…

    Les meira

  • Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Umleið sama nøgd var at fáa av…

    Les meira