{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Vísindavøkan 2026 – Skrá

Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis.

“Vísindavøka á ferð” verður frammanundan, í døgunum 14. til 23. september. Sí her.

Kongshøll

Framløgur (verða eisini stroymdar á Youtube)

Kl.Evni
08:30Vælkomin á Vísindavøku
Annika Sølvará, Granskingarráðið
08:40Rørsluløtur í skúlatíð
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
09:00Ferð undir havsins botni – Antropologiskar hugleiðingar um fólk og undirsjóvartunlar
Firouz Gaini, Fróðskaparsetrið
09:20Hugburður til barnakoppseting í Føroyum
Katrin Eivindardóttir Christiansen, Heilsustýrið
09:40Matveitingartrygd ella matsjálvbjargni? Kortlegging av føroyskum hugsjónum um mat, burðardygd og tilbúgving
Elisabeth Skarðhamar Olsen, Fróðskaparsetrið
10:00Føðsluevni og dálkingarevni í siðbundum føroyskum mati
Bjørg Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan
10:20Skógarvøkstur og risagosfjøll – Føroyar fyri 56 milliónum árum síðani
Heri Ziska, Jarðfeingi
10:40Havsins talgildi tvíburði
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
11:00Umhvørvis DNA og RNA – Uppsjóvarfiskur frá einum øðrvísi sjónarmiði
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Varðin Pelagic og Fróðskaparsetrið
11:20Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum?
Magni Laksáfoss, Sjókovin
11:40Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur?
Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið
12:00Kvinnuheilsa í broyting – vitan, avbjóðingar og møguleikar
Gunnhild Helmsdal, Heilsugranskingareindin
12:20Bókmentir og tíð – er tíð altíð tað sama?
Guðrun í Jákupsstovu, Fróðskaparsetrið
12:40Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum
Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið
13:00PCD – ein sjáldsom ílegusjúka við hægri títtleika í Føroyum
Birna Skaalum Kempf, Heilsugranskingareindin
13:20Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
Margretha Nónklett, Tjóðsavnið
13:40Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855
Sámal Tróndur Finnsson Johansen, Tjóðskjalasavnið
14:00Umhvørvisligar broytingar í sambandi við botnfiskastovnar á Føroyabanka
Ian Salter, Havstovan
14:20Frá ráum dátum til veruliga vitan – metadátugrunnurin
Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan
14:40Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting
Gethin Wyn Roberts, Umhvørvisstovan (hildin á enskum)
15:00Elektronmikroskop gevur nýggjar granskingarmøguleikar
Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið (hildin á enskum)
15:30Miðlafagnaður
Snarrøðu-kapping – røður á 150 sekund
Gestainnslag: Tá list og gransking samskapa
Hvat hendir, tá ið list og gransking møtast, og nýggir miðlingarhættir taka skap? Visual Science Studio sýnir fram samstarv millum list og gransking.
Vinnari av snarrøðukappingini kosin
Handan av ársins miðlaheiðursløn

Svalin

09:00-15:00Ymisk tiltøk og royndir fyri børn og vaksin
Stovnar skipa fyri

Uttanfyri

(í bilhúsum hjá Tórshavnar Havn)

09:00-15:00Tiltøk fyri børn og vaksin
Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a.
Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir

Vísindavøka á ferð

Undan sjálvari Vísindavøkuni, í døgunum 14. til 23. september, verður “Vísindavøka á ferð” hildin kring landið. Talan er um tríggjar fyrilestrar á hvørjum stað á 20 min. Skrá yvir sjálvar fyrilestrarnar kemur seinni. Støðini eru hesi:

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 14. september kl. 19

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 15. september kl. 19

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 16. september kl. 19

Sands Bókasavn hóskvøldið 17. september kl. 19

Miðlatún í Vági mikukvøldið 23. september kl. 19

Viðkomandi tíðindi

Vísindavøkan 2026 – Skrá

31.08.2026

Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. “Vísindavøka á…

Væleydnaður dagur

01.10.2025

Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

01.10.2025

Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

Rákið á Íslandsrygginum

18.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…

Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?

15.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…

Vísindavøkan 2025 – Skrá

01.09.2025

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…

Fjølbroytt fiskaborð

03.10.2024

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …