Merking av fiski
Samandráttur
Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk á Føroyabanka, nú tað aftur er toskur at fáa. Harumframt er tað vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum harvið kann fiska merkta fiskin og siga nakað um ferðing og vøkstur hjá fiskinum. Tilsamans 913 toskar vórðu merktir, har miðallongdin var 105 cm. Eisini vórðu 274 hýsur merktar, har miðallongdin var 49 cm. Hetta gevur møguleika fyri at kanna, um hýsan er líka støðuføst sum toskur á Føroyabanka.
Um túrin
Merkingartúrurin byrjaði 7/10-2023 kl. 15, beint eftir, at yvirlitstrolingin á djúpum vatni var liðug, uttan at fara í land. Rannsóknarskipið var tá statt á Bill-Baileys banka og við tað, at veðrið var sera gott, fóru vit inn á Føroyabanka at merkja fisk. Har gjørdu vit 34 hál á umleið ein hálvan tíma. Vit vóru fyri tað mesta uppi á tí grynsta partinum á Føroyabanka, har nógv var at fáa av toski. Vit endaðu merkingina mánadagin 9/10 kl. 18.
Reiðskapur og onnur útgerð
Stjørnutrol við 100 mm meskum í posanum. Vágslemmar. Breitlalongin var 60 m, Rockhopper grunnur.
Ein pistól var nýtt til at festa Floymerkini við. Sergjørd karskipan til merking av fiski. Mátibretti. Vekt. Klokka.
Skriviútgerð og teldur. Sjóvarhitin við botn var skrásettur við Starmon TD temperaturmátarum.
Fólk við frá Havstovuni
Durita Sørensen, Tóra Winther Reinert, Heri Kallsoy, Poul Vestergaard og Petur Steingrund (túrleiðari).
Túrfrágreiðingar
-
Váryvirlitstroling – Føroyabanki
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt at…
-
Váryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa…
-
Merking av fiski
Jákup Sverri, túrur nr. 2348 Tíðarskeið: 7-10/10 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum. Samandráttur Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk…
Viðkomandi tíðindi
-

Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur.…
-

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av toski í heyst enn í fjør.…
-

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár,…
-

Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á kortinum. Á Landgrunninum var sera lítið av…
