{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merking av fiski

Jákup Sverri, túrur nr. 2348

Tíðarskeið: 7-10/10 2023

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum.

Samandráttur

Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk á Føroyabanka, nú tað aftur er toskur at fáa. Harumframt er tað vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum harvið kann fiska merkta fiskin og siga nakað um ferðing og vøkstur hjá fiskinum. Tilsamans 913 toskar vórðu merktir, har miðallongdin var 105 cm. Eisini vórðu 274 hýsur merktar, har miðallongdin var 49 cm. Hetta gevur møguleika fyri at kanna, um hýsan er líka støðuføst sum toskur á Føroyabanka.

Um túrin

Merkingartúrurin byrjaði 7/10-2023 kl. 15, beint eftir, at yvirlitstrolingin á djúpum vatni var liðug, uttan at fara í land. Rannsóknarskipið var tá statt á Bill-Baileys banka og við tað, at veðrið var sera gott, fóru vit inn á Føroyabanka at merkja fisk. Har gjørdu vit 34 hál á umleið ein hálvan tíma. Vit vóru fyri tað mesta uppi á tí grynsta partinum á Føroyabanka, har nógv var at fáa av toski. Vit endaðu merkingina mánadagin 9/10 kl. 18.

Reiðskapur og onnur útgerð                  

Stjørnutrol við 100 mm meskum í posanum. Vágslemmar. Breitlalongin var 60 m, Rockhopper grunnur.

Ein pistól var nýtt til at festa Floymerkini við. Sergjørd karskipan til merking av fiski. Mátibretti. Vekt. Klokka.

Skriviútgerð og teldur. Sjóvarhitin við botn var skrásettur við Starmon TD temperaturmátarum.

Fólk við frá Havstovuni

Durita Sørensen, Tóra Winther Reinert, Heri Kallsoy, Poul Vestergaard og Petur Steingrund (túrleiðari).

Túrfrágreiðingar

  • Váryvirlitstroling -Føroyabanki

    Jákup Sverri, túrur nr. 2310 Tíðarskeið: 15-22/3 2023 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa […]

    Les meira

  • Váryvirlitstroling – Landgrunnur

    Jákup Sverri, túrur nr. 2306 og 2308 Tíðarskeið: 17-26/2 og 4-13/3 2023 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Lise H. Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, […]

    Les meira

Viðkomandi tíðindi

  • Eitt vet meira av toski

    Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…

    Les meira

  • Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

    Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.…

    Les meira

  • Tilmæli 2025

    Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira