Merking av fiski
Samandráttur
Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk á Føroyabanka, nú tað aftur er toskur at fáa. Harumframt er tað vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum harvið kann fiska merkta fiskin og siga nakað um ferðing og vøkstur hjá fiskinum. Tilsamans 913 toskar vórðu merktir, har miðallongdin var 105 cm. Eisini vórðu 274 hýsur merktar, har miðallongdin var 49 cm. Hetta gevur møguleika fyri at kanna, um hýsan er líka støðuføst sum toskur á Føroyabanka.
Um túrin
Merkingartúrurin byrjaði 7/10-2023 kl. 15, beint eftir, at yvirlitstrolingin á djúpum vatni var liðug, uttan at fara í land. Rannsóknarskipið var tá statt á Bill-Baileys banka og við tað, at veðrið var sera gott, fóru vit inn á Føroyabanka at merkja fisk. Har gjørdu vit 34 hál á umleið ein hálvan tíma. Vit vóru fyri tað mesta uppi á tí grynsta partinum á Føroyabanka, har nógv var at fáa av toski. Vit endaðu merkingina mánadagin 9/10 kl. 18.
Reiðskapur og onnur útgerð
Stjørnutrol við 100 mm meskum í posanum. Vágslemmar. Breitlalongin var 60 m, Rockhopper grunnur.
Ein pistól var nýtt til at festa Floymerkini við. Sergjørd karskipan til merking av fiski. Mátibretti. Vekt. Klokka.
Skriviútgerð og teldur. Sjóvarhitin við botn var skrásettur við Starmon TD temperaturmátarum.
Fólk við frá Havstovuni
Durita Sørensen, Tóra Winther Reinert, Heri Kallsoy, Poul Vestergaard og Petur Steingrund (túrleiðari).
Túrfrágreiðingar
Heystyvirlitstroling – Føroyabanki
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2438 Tíðarskeið: 3/9-10/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið skal lýsa nøgdirnar av toski, hýsu, upsa
Summaryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í
Yngul- og ætikanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.

Tilmæli 2026
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá

