Standard hydrografi
Samandráttur
Hesin túrurin var ein standard hydrografi-túrur eftir fimm av teimum seks standardskurðunum. Á túrinum vórðu 79 CTDstøðir tiknar eftir skurðunum V, R, N, E, og S, umframt eftir skurði J. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi, oksygen og gróðri (fluoresence). Á útvaldum støðum (sum ásett í sýnishondbókni fyri Umhvørvisdeilidina, partur 4.1) vórðu vatnprøvar tiknir til analysu av tøðevnum og karbon. Á túrinum blivu vatnskorpuhiti og -saltinnihald mátað alla tíðina við Ávegisdátusavnaranum, eins og mátað varð við streymmátaranum á kjølinum tað mesta av túrinum. Fyri eina verkætla hjá Harvard University at kanna PFAS (polyfluoroalkyl substances) í Føroysku vistskipanini, vórðu 7 vatnprøvar 7 (chlorophyll maxima) og 7 glúpprøvar (0-50m) tiknir at máta PFAS í plankton.
Á túrinum varð lagt til merkis, at hvalspýggjur vóru at síggja í stórum tali so at siga allastaðni á Landgrunninum. Stórar
hvalspýggjur (10-30 cm) sóust frá skipinum, ímeðan smærri hvalspýggjur vóru í WP2-prøvunum (Mynd 1). Hesar
hvalspýggjur sýntust at verða knýttar at gróðrarlagnum, har mesti gróðurin var á 15-20 m dýpi.

Fyribilsúrslit frá útvaldum skurðunum



Um túrin
Vit fóru út mikudagin 30/8 kl. 1800. Siglt varð norður á støð N01, og tóku vit so skurðin norðureftir. Vit vóru liðug við skurð N 31/8 kl. 22:32. Hesin skurður tók 26 tímar. Sí Mynd 2.
Haðani varð siglt suður á støð J08 á skurði J, og tóku vit so skurðin suðureftir til støð J01. Vit vóru liðug við skurð J 01/09 14:22. Hesin skurður tók 8 tímar.
Haðani varð siglt út á støð R08 á skurði R, og tóku vit so skurðin suðureystureftir til støð R01. Vit vóru liðug við skurð R 02/09 00:55. Hesin skurður tók 9 tímar.
Haðani varð siglt út á støð V10 á skurði V, og tóku vit so skurðin norðureystureftir til støð V01. Vit vóru liðug við skurð V 02/09 18:16. Hesin skurður tók 12 tímar. Sí Mynd 3.
Haðani varð siglt út á støð EHB á skurði E, og tóku vit so skurðin eystureftir til støð E15. Vit vóru liðug við skurð E 03/09 19:52. Hesin skurður tók 24 tímar. Sí Mynd 4.
Haðani varð siglt út á støð S08 á skurði S. Vit høvdu vánaligt veður (20 m/s) og stóra aldu (5m) og lógu bakk í 6 tímar. Vit byrjaðu við S08 04/09 10:50 og tóku vit so skurðin norðurvestureftir. Vit vóru liðug við skurð S 04/09 19:52. Hesin skurður tók 13 tímar.
Nú varð kósin sett á Havnina.
Vit vóru á Havnini 05/09 kl. 07:00.
Prøvatøka
| Prøvatøka / Data | Yvirlit |
|---|---|
| Ávegisdátusavnari | Vatnskorpa 30/08 til 05/09 |
| Streymmátari á kjøli | Frá 30/08 til 05/09 |
| CTD-støðir | 79 støðir (Skurðir N, E, S, V, R og J) |
| CO2 | Støð N05, N14, V06, og R08, E10-13 |
| PFAS | Støð N08, N11, V10, V06, E08, S04, S03A |
| Tøðevni | Støð N01-N14, V06, R08, E10-13 |
| Glúp | 43 støðir |
| Saltprøvar | Á umleið aðru hvørjari CTD-støð í stabilum sjógvi |
Reiðskapur
Sea-Bird 911+ CTD, útgerð til prøvatøku av sjógvi.
Viðmerkingar
Á støð N05 varð CTDin lorað heilt niður ímóti botni, tí at ein PIES stendur á hesum staðnum.
Annars gekk alt eftir vild allan túrin, og høvðussetningurin fyri túrin var gjørdur. Tað einasta, sum ikki var gjørt, var at gera eina roynd at fáa ein streymmátara á Íslandsrygginum upp. Hetta var avlýst vegna vánaligt veður.
Fólk við frá Havstovuni
Ian Salter (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2602 Tíðarskeið: 11-18/2 2026 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar eftir standard skurðunum,
Standard hydrografi
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2550 Tíðarskeið: 25 – 29/10-2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen og Ian Salter Endamál: Endamálið við túri 2550 var at fylgja við broytingunum í havinum
Fjarðakanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2540 Tíðarskeið: 2/9 2025 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti
Viðkomandi tíðindi

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á

Landgrunnurin met heitur í 2025
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,

Heitt vár á Landgrunninum
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin

