{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Yngul- og ætikanningar 2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni.

Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir miðal í mun til onnur ár hóast hetta var ymiskt fyri tey ymsu fiskasløgini. Nøgdin av toskayngli var yvir miðal, fyri hýsu tað størsta talið nakrantíð, fyri nebbasild um miðal og fyri hvítingsbróður undir miðal. Støddin á ynglinum var áleið tann sama sum í fjør, tó undir miðal fyri øll fiskasløgini, tá hugt var at øllum tíðarskeiðnum frá 1983 til 2021.

Vanliga er nøgdin av fiskayngli á Føroyabanka nógv minni enn á Landgrunninum. Nøgdin av toskayngli var av teimum størstu í mun til onnur ár, meðan nøgdin av hýsuyngli og nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri bæði tosk, hýsu og nebbasild.

Nógv ymisk fiskayngul vóru fyri fyrstu ferð skrásett á hesum túrinum, harímillum makrelyngul, gestfiskayngul og havállayngul, har øll vóru fingin á Føroyabanka og vestanfyri á Landgunninum, tó uttan fyri sjóvarfalsfrontin.

Makrel-yngul

Nøgdirar av plantuæti á Landgrunninum vóru um miðal. Mest var norðanfyri og í landnyrðingspartinum. Samlaði gróðurin av plantuæti á Landgrunninum higartil í ár var stutt yvir miðal. Sum heild var lítið av djóraæti inni á Landgrunninum. Meira var í syðra parti og enn norðanfyri. Samstundis var mest av yngli norðanfyri og sannlíkt er, at yngulin hevur etið so mikið av djórætinum har, at nøgdin er minkað. Vit plaga at síggja eitt øvugt samband ímillum nøgdir av æti og yngli hesa árstíðina. Á Føroyabanka var sera lítið av djóraæti.

Túrfrágreiðing við grafum og myndum sæst her.

Ábyrgd: Hannipoula Olsen (hannipo@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi

  • Sæð serliga hvalspýggju

    Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var…

    Les meira

  • Inga framløgu um djóraæti

    Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongshøll tann 27. september kl. 11:20. Tað ber til…

    Les meira

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira