
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini vóru bæði havfrøðingar og fiskifrøðingar. Íslendsku granskararnir vitjaðu eisini aðrar stovnar í Føroyum, m.a. Firum.
Havstovan var sera fegin um møguleikan at taka ímóti hesum gestum, tí Havstovan og HAFRÓ samstarva í fleiri ymiskum høpum, alt frá stovnsmetingararbeiði til gransking av havstreymum og hava stovnarnir nógv til felags. Stovnarnir hava eisini líknandi avbjóðingar og kunnu læra hvør av øðrum. Tískil var semja um, at styrkja sambandið við eitt nú at skipa fyri regluligum netfundum og vitjanum.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…

Framtíðin hjá mati úr sjónum
21.11.2025
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hj…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Hátíðardagur á Havstovuni
02.05.2025
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, M…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
22.04.2025
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk la…
