{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Samband millum laksaaling og upsa

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:

Ætlanin við hesi verkætlan er tvídeild, har annar parturin snýr seg um, hvussu nógvan seið alilaksur etur og hvussu nógvur seiður verður fangaður í aliringum. Hetta meta vit er dømi, har vit mugu hava serføroyska vitan, og har kanningin er lutfalsliga einføld. Firum tekur sær av hesum partinum.

Hin parturin snýr seg um at skjalfesta, hvat vit longu vita um føroyskar firðir, og hvat vit vita um aling og seiðalívfrøði bæði í Føroyum og aðrastaðni. Hesum partinum tekur Havstovan sær av.

At enda verður stungið út í kortið, hvussu vit kunnu tilrættaleggja kanningar av teimum evnum, har vit ikki vita nóg nógv sum er.

Ása Jacobsen

Tilfeingi

Verkætlan

asaj@hav.fo / +298 79 39 39

Vangi í PURE / Greinar