{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

NordiCoast

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: ,

Fleiri fiskasløg av vinnuligum týdningi, so sum upsi og toskur, liva sum yngul inni við land í taraskógi o.l., áðrenn fiskurin fer út á Landgrunnin og legst aftrat vaksna stovninum. Sera avmarkað vitan er um fiskin tað tíðarskeiðið, hann er inni á firðunum, og ongar regluligar kanningar eru, sum kunnu lýsa gongdina. Fleiri av hesum fiskasløgum gýta á Landgrunninum, og fiskalarvur og yngul liva har eina tíð, áðrenn tey fara til uppvakstrarøki inni undir landi. Yngulkanningar verða gjørdar á Landgrunninum á hvørjum ári, men hóska bert til ávís fiskasløg, so sum tosk og hýsu, meðan eitt nú upsin gýtir fyrr, so hann fæst sjaldan í hesi kanning. Tá eingin kanning er inni á firðunum, er tí bert kanningin av pelagiskum yngli ein ábending um møguliga tilgongd til vaksna fiskastovnin ymsu árini. Har eingin yngulkanning er, er eingin møguleiki at fáa ábending um tilgongd.

Eldri vitan um upsan vísir, at høgt felli kann vera fyrsta árið, og at stór variatión kann vera millum ár. Sera lítið fokus hevur verið á uppvakstrarøkjum í nýggjari tíð, og vitan um týdningin av teimum er sera avmarkað. Samstundis hava stórar broytingar verið á føroysku firðunum síðan miðskeiðis í seinastu øld, eitt nú er aling á nærum hvørjum firði, og eisini er strandarlinjan broytt nógvastaðni.

Í hesi verkætlan verða útvald øki við taraskógi kannaði, og hugt verður at fiski í taraskóginum og føðigrundarlagnum. Samanberingar verða gjørdar millum líknandi øki í firðum við og uttan aling, fyri at gera metingar um møguligar ávirkanir. Eisini verða ymsar strandarlinjur, bæði í Føroyum, Íslandi og Skotlandi, kannaðar við umhvørvis-DNA at lýsa útbreiðslu av ymiskum fiskasløgum fram við landi í mun til umhvørvi.

Verkætlanin er liður í arbeiðinum hjá Havstovuni at menna vitan um uppvakstrarøki hjá fiski av vinnuligum týdningi og eftirlit av týdningi fyri meting av tilgongd í vaksnu stovnarnar (sí leinkjur til aðrar verkætlanir niðanfyri). Verkætlanin er leidd av Firum í samstarvi við Havstovuna. Aðrir luttakarar eru Tari í Føroyum, Scottish Association for Marine Sceince í Skotlandi og Marine & Freshwater Research Institute í Íslandi.

Frágreiðing frá verkætlanini Taraskógir

Lýsing av verkætlanini EcoFar

Lýsing av verkætlanini Upsi og aling

Ása Jacobsen

Tilfeingi

Granskari, Verkætlan, Ph.D, Lívfrøðingur

asaj@hav.fo / +298 79 39 39

Vangi í PURE / Greinar

Sólvá Jacobsen

Umhvørvi

Granskari, Ph.D, Lívfrøðingur

solvaj@hav.fo / +298 28 22 57

Vangi í PURE / Greinar / CV

Lise Helen Ofstad

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Fiskifrøðingur

liseo@hav.fo / +298 79 39 19

Vangi í PURE / Greinar