
Brúkaravinarlig yvirlit av opnum og stongdum fiskileiðum
Fiskiveiða undir Føroyum er m.a. skipað við flokking av havøkjum, har ymsu fiskileiðirnar eru opnar ella stongdar fyri fiskiveiðu, alt eftir tíð á árinum, skipaflokki og fiskireiðskapi.
Kunning um stongdar/opnar fiskileiðir undir Føroyum er lýst í kunngerðum, ið innihalda knattstøðurnar fyri tær leiðir, sum eru stongdar/opnar. Vanliga verða kunngerðirnar dagførdar/broyttar á hvørjum ári. Skip og bátar seta seg sjálvandi væl inn í kunngerðirnar og hava eisini atgongd til kort yvir leiðirnar ígjøgnum teirra hald av navigatiónsskipanum. Fyri øll onnur (t.v.s. tey, sum ikki hava tílík hald) er ómøguligt at fáa kunnleika til, hvar fiskiveiða er loyvd/ikki loyvd undir Føroyum.
Endamálið við verkætlanini er at útbyggja heimasíðuna hjá Havstovuni (hav.fo), soleiðis at til ber at síggja nær og hvar ymiskir skipabólkar/fiskireiðskapir kunnu fiska ígjøgnum árið í føroyskum sjóøki.
