{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Advection of zooplankton onto the Nordic shelves and effects on forage fish, demersal fish and seabirds

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: , , ,

Verkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvussu havstreymar og djóraæti, sum kemur við hesum havstreymum, ávirka fisk og sjófugl, sum halda til á landgrunnunum við Ísland, Føroyar og Noreg.

Útbreiðslan av djóraæti í Norskahavinum hevur stóran týdning fyri vistskipanina í Norskahavinum, og hevur vakt stóran ans seinastu árini. Eysturíslandsstreymurin (EIC) fer í ein landsynning móti Føroyum, úr tí økinum í Norskahavinum, har nøgdirnar av djóraæti eru størstar. Nøgdin av djóraæti í Norskahavinum er mátað árliga síðani 1995. Tað merkisverda er, at nøgdirnar av djóraæti eru minkaðar við tíðini. Í 2005 var minkingin serliga stór. Seinastu 5 árini eru nøgdirnar tó øktar nakað. Sum vera man eru bæði útbreiðsla og føði hjá Norðhavssild í mai mánað tætt knýtt at útbreiðsluni hjá djóraæti í útsynningspartinum av Norskahavinum.

Í sambandi við verkætlanina “Ecosystem based management of sandeels, demersal fish and seabirds in Boreal ecosystems in Northeast Atlantic“, sum savnaði data um nebbasild, botnfisk og sjófugl í Norðureysturatlantshavi, kom fram, hvussu stóran týdning, útbreiðslan av djóraæti í Norskahavinum hevur fyri framleiðsluna í vistskipanum á landgrunnunum í Íslandi, Føroyum og Noregi. Henda hypotesan er ikki nýggj, men tá data úr ymsum londum vórðu samanborin, kom fram, at tøku tíðarrøðirnar stuðla hesi hypotesuni. Djóraæti (og helst eisini tøðsølt) í útsynningspartinum av Norskahavinum reka við Eysturíslandsstreyminum suðureftir móti føroyska landgrunninum, og leivdir frá hesum vatnmassanum, kallað Modified East Atlantic Water (MEIW), síggjast norðan fyri Føroyar og enntá fram við norsku hellingini.

Úrslitið bendir tí á, at ein sterkur Eysturíslandsstreymur hevur jaliga ávirkan á vistskipanirnar í íslandi, Føroyum og Noregi.

Endalig frágreiðing er her sum online fíla og her sum PDF fíla.

Petur Steingrund

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Philos

peturs@hav.fo / +298 26 68 00

Vangi í PURE / Greinar / CV

Hannipoula Olsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur

hannipo@hav.fo

Vangi í PURE / Greinar / CV

Sólvá Jacobsen

Umhvørvi

Ph.D, Lívfrøðingur

solvaj@hav.fo / +298 28 22 57

Vangi í PURE / Greinar / CV

Jóhannis Danielsen

Umhvørvi

Ph.D, Lívfrøðingur

johannisd@hav.fo / +298 79 39 45

Vangi í PURE / Greinar / CV

Hjálmar Hátún

Umhvørvi

Ph.D, Havfrøðingur

hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92

Vangi í PURE / Greinar / CV