{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghvítuhval og kjafthvítan- og skjórutan springara í Norðuratlantshavi.

Verkætlanin er ein samskipað gransking av fleiri hvalasløgum í báðum londum, ið sambindir hvalastovnar og vistskipanir allan vegin fram við Grønlands-Skotlandsrygginum. Tannhvalir eru ovastu liðir í føðiketuni, og granskingin skal greina, hvønn yvirskipaðan týdning tey ymisku sløgini hava á vistskipanir í Norðuratlantshavi og hvussu tey ávirkast av umhvørvisbroytingum. Her krevst eitt gott og breitt samstarv millum granskarar og við staðbundin heimildarfólk tvørtur um Atlantshavið.

Granskingin nýtir ymsar framferðarháttir. Nútímans sendarar verða festir á ymisku hvalasløgini, ið geva innlit í, hvussu hvalir ferðast og kava, umframt tey havfrøðiligu viðurskiftini (hiti, salt) á farleiðini. Hetta gevur møguleika at læra meir um hvalirnar, vistskipanina, havið og um samspælið her ímillum.

Í september 2022 vórðu fimm skjórutir springarar merktir í Fuglafirði, við góðari hjálp frá fólki á staðnum. Tveir springarir ferðaðust heilt til Eysturgrønlands, og var hetta ein góð byrjan til at sambinda alt granskingarøkið. Merkingin av grind og springara heldur áfram í 2023, umframt at farið verður til Grønlands og Íslands fyri at royna at merkja bæði bóghvítuhval, springara og grindahval.

Føði og nøring, umframt ættarbregði, hjá hvalasløgunum verður greinað frá innihaldi í kíkum, støðugum isotopum, fitisýrum, kynsgøgnum og ílegum. Soleiðis ber til at granska og kanna sambandið millum atburð, útbreiðslu, føði og nøring og tey vist- og havfrøðiligu viðurskiftini í Norðurhøvum. Lívfrøðilig sýnistøka til TOPLINK verkætlanina heldur áfram í 2023.

TOPLINK verkætlanin snýr seg sostatt um at leinkja vitan um lív- og vistfrøði hjá fleiri ymiskum hvalasløgum úr føroyskum og grønlendskum sjógvi, og frá havøkinum herímillum, við vitan um føði, hita og havstreymar í norður Atlantshavi. Slík sambinding er avgerðandi fyri at kunna lýsa og skilja samspælið millum hvalasløg og vistskipanir, og hvussu ymisku hvalasløgini ávirkast av umhvørvisbroytingum.

Viðkomandi tíðindi

  • Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

    Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt…

    Les meira

  • Hvalateljingarnar 2024 lidnar

    Í summar hava Jákup Sverri og Ran luttikið í altjóða hvalateljingum í Norðuratlantshavi. Teljingarnar eru nú lidnar, og eru skipini bæði komin til lands aftur. Jákup Sverri taldi í føroyskum…

    Les meira

  • Telja hval á sjeynda sinni

    Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum;…

    Les meira

  • Tað seinasta frá merktu grindahvalunum

    Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.…

    Les meira