
Streymarnir inn og út úr Arktiska havøkinum
Eftir drúgvar mátingar hjá fleiri ymiskum londum er nú fingið yvirlit yvir, hvussu nógvur sjógvur ferðast inn og út úr Arktiskum havøki. Stórur partur av bæði innráki og útráki ferðast fram við Føroyum, og mátingarnar vísa eisini, at streymarnir sum heild hava verið støðugir hesi seinastu 20 árini. Hetta hevur hjálpt Føroyum at varðveita eitt hampuliga støðugt veðurlag.
Hetta er úr Sjóvarmál 2019, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var…
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn…
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…