
Stongdar leiðir í føroyskum øki
Stongdar leiðir eru ein týðandi partur í stýringini av føroysku fiskiveiðuni. Fyrstu stongdu leiðirnar í føroyskum øki stava frá seinast í 70-unum og fevna nú um 11.500 km2, ið er umleið 60 % av Landgrunninum grynri enn 200 m. Trolveiða er ikki loyvd innan fyri 12 fjórðingar og á øðrum stongdum leiðum uttan fyri 12 fjórðingar. Harumframt er tíðaravmarkað veiðubann fyri allan reiðskap í gýtingartíð. Endamálið við stongdum leiðum fyri troling er at minka um veiðutrýstið á botnfiskastovnarnar (tosk, hýsu og upsa) við at flyta fiskiskapin út á djypri økir uttan fyri Landgrunnin, so ymsu veiðuhættirnir royna á ymsum dýpum og leiðum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…