{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Silvurkalvi rikin á land

29. november 2019 ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna, um at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land, beint niðan fyri Føroya Bjór í Klaksvík.

Birgir var so beinasamur at taka nakrar myndir og nøkur filmsklipp av fiskinum, og eisini ómakaði hann sær at taka mát av fiskinum.

Fiskurin var ein silvurkalvi á 145 cm til longdar. Silvurkalvi er ikki óvanligur í føroyskum sjógvi, tó er hann ikki tíðum gestur. Hann livir frá norðara parti av Atlantshavinum, frá Grønlandi, norður Norra til norður Afrika.

Hettar skrivar Rógvi Mouritsen í bókini ”Fiskar undir Føroyum” um silvurkalvan:

Silvurkalvi (silvurkalvaættin)
Trachipterus arcticus (Brünnich, 1788)

Stødd: Silvurkalvi verður upp í 3 metrar til longdar.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur úr vatnskorpuni niður á 600 m.

Litur: Fjaðrarnar eru reyðar, og kroppurin er silvurblankur. Einir 4-5 dimmir blettir eru eftir síðunum undir ryggfjøðurini.

Teinar: R 150-190.

Lýsing: Kroppurin hevur mest sum bendilsskap, langur, tunnur og hávaksin. Silvurkalvi hevur eina rættiliga vælvaksna ryggfjøður, av nakkanum aftur móti klingruni. Fremstu 5-6 teinarnir stinga nakað upp um hinar, eitt sindur duskakendir. Hann hevur heilt smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar, men onga gotfjøður. Sterturin er upprendur. Høvdið er stutt og lítið. Tannleysi kjafturin er lítil og stendur eitt sindur fram úr fiskinum. Eyguni eru rættiliga stór. Á gomlum fiskum kann duskurin á ryggfjøðurini vera burtur og eisini sterturin, og búkfjaðrarnar eru minkaðar ella eru burtur.

Eyðkenni: Silvurkalvi líkist í litum og skapi sildakongi, tó silvurkalvin verður ikki so langur, og hann er eisini lutfalsliga hægri.

Týdningur: Silvurkalvi hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Vågmær, en: Dealfish, fr: Ruban, ís: Vogmær, no: Sølvkveite, tý: Spanfisch

Útbreiðsla: Hann sæst av og á undir Føroyum.
Hann svimur seg viðhvørt upp á land ella spælir sær í vatnskorpuni innansyndis.
Hann er onkuntíð fingin á laksalínu undir Føroyum og eisini á tráðu í Sandagerði í Tórshavn, og av og á fæst hann eisini í nútíðar stóru flótitrolum.
Er í Norðuratlantshavinum, við Noreg, undir Íslandi og av Hvarvinum til Portugals og Marokko.

Viðkomandi tíðindi

  • Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis

    Les meira

  • Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

    Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.

    Les meira

  • Framløga á Bátasavninum í Leirvík

    Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av

    Les meira

  • Tilmæli 2026

    Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

    Les meira