Sildaarvastrongurin lýstur
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinum Scientific Reports. Í greinini verður lýst, hvussu arvastrongurin (genomið) hjá sild varð lisin og settur saman. Bæði føroysk heystgýtandi sild og norðhavssild vóru nýttar til samansetingina. Úrslitini vóru samanborin við úrslit hjá øðrum granskarum, sum eisini høvdu sett sildaarvastrongin saman. Samanberingarnar vístu, at báðar samansetingarnar av sildaarvastronginum vóru sera líkar. Hetta gevur úrslitunum meira tyngd. Greinin lýsir eisini, hvussu báðar samansetingarnar vóru sameindar, og hvussu hetta gav eina enn betri samanseting av sildaarvastronginum.
Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen, Fróðskaparsetur Føroya, Eydna í Homrum og Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Paul Flicek, EMBL-EBI og Hans Atli Dahl, Amplexa Genetics.
Les greinina her.
Arbeiðið, ið er lýst í greinini, er partur av ph.d.- verkætlan hjá Sunnvør. Í hesi verkætlan hevur hon hugt nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Henda verkætlan hevur verið við til at skapað grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum.
Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden, umframt at Sunnvør hevur verið við Havstovuni á rannsóknarferðum at savna inn tilfar til hennara arbeiðið.
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari…
Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini
Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beitistíðin er longd út…
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…
Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai
Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag, nøgd og spjaðing av…