{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir stinglaksi undir Føroyum

Áramál
2018
Fígging
Fiskivinnugransking
Fólk á Havstovuni
Lise Helen Ofstad

Verkætlanin er endað!
Stinglaksur verður lívfrøðiliga roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, sum lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni. Í ICES verður stinglaksur við Føroyar viðgjørdur sum partur av ein felags stovni. Útbreiðslan av stinglaksi undir Føroyum er við bankarnar vestanfyri, vanliga har dýpið er millum 400 og 900 metrar og hitin er millum 6,5 og 9 stig. Støddin á stinglaksi í føroysku veiðuni vísir, at meginparturin er millum 84 og 100 cm langur og millum 5 og 8 ára gamal. Tað serliga við stinglaksinum, sum verður fiskaður við Føroyar, er, at hann er óbúgvin, tvs. hann ongantið hevur gýtt. Gýtandi stinglaksur er fingin á djúpum vatni við Madeira og við portugisisku strondina. Tá stinglaksaveiðan í føroyskum øki var í hæddini árini 2002-2003 og 2008, var hon 1600-1900 tons. Í 2018 var hon 560 tons. Tøl frá ”veiðu upp á roynd” (cpue), har beinleiðis hevur verið roynt eftir stinglaksi, geva eina ábending um støðuna hjá stovninum í føroyskum øki. Veiða upp á roynd fyri stinglaks er í miðal 245 kg/tíma. Í 2013-2015 var veiða upp á roynd tó meir enn dupult so stór, millum 450 og 510 kg/tíma. Í 2016 til 2018 er veiða upp á roynd minkað niður í 250-300 kg/tíma.