{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir blálongu undir Føroyum

Áramál
2016 - 2018
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Lise Helen Ofstad

Verkætlanin er endað!
Verkætlanin um blálongu hevur givið dagførda vitan um lívfrøði og fiskiskap eftir blálongu undir Føroyum. Hendan vitan kann millum annað brúkast í stovnsmetingarhøpi til at fáa eina meira umboðandi stovnsmeting av felags blálongustovninum. Óvist er um blálongan undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES høpi er blálonga býtt í tríggjar “management units”, har Føroyar (ICES-øki 5b) er saman við tveimum økjum longur suðuri (ICES-øki 6 og 7). Fyribils úrslit frá eini ílegukanning (samanbering) ímillum føroyskt øki og norskan fjørð vísir, at hesir stovnar eru ymiskir. Blálonga veksur ikki serliga skjótt, umleið 7 cm per ár til hon er kynsbúgvin. Síðani umleið 2-3 cm um árið. Kvennfiskurin veksur skjótari enn kallfiskurin. Blálonga etur fyri tað mesta fisk. Fiskiskapurin eftir blálongu undir Føroyum byrjaði í 1960’unum. Í byrjanini vóru tað mest útlendsk skip, sum fiskaðu hana. Nú fiska føroyingar sjálvir meginpartin av blálonguni. Miðalveiðan í árunum 1975-1988 var góð 7.000 tons, men síðan seinast í áttatiárunum er veiðan minkað nógv og hevur verið millum 1.000 og 4.000 tons. Longdarbýtið í blálonguveiðuni undir Føroyum seinastu árini vísir, at meginparturin av blálonguni í veiðuni er yvir 80 cm, sum í høvðusheitum er kynsbúgvin fiskur. ”Veiða upp á roynd” (cpue) frá føroyskum trolarum, sum beinleiðis royna eftir blálongu, og frá yvirlitstrolingum á Landgrunninum, vísa eingi tekin um, at blálonga undir Føroyum er í minking.