Stovnssamansetingin av makreli kannast (SAM)
Endamálið í SAM verkætlanini var at kanna um makrelurin í Norðuratlantshavi er ein stovnur ella um íbland er av makreli av kanadiskum uppruna vestanfyri. Stutt sagt at kanna um makrelurin í norðurhøvum og Evropa er ein og sami stovnur. Hetta fyri at vísa á, hvussu umsitingin av stovninum kann gerast burðardygt.
Niðurstøðan í verkætlanini er sera greið. Ílegukanningarnar, ið gjørdar vóru við bæði “microsatellites” tøknini og við “SNPs” tøknini vístu, at gjørligt var at skilja millum makrel úr Norðurvestur og Norðureystur Atlantshavi. Tvs. makrel undan Kanada og makrelin her hjá okkum. Vit kunnu sostatt við hesum kanningarhátti siga hvaðani makrelurin stavar, ið verður fiskaður her. Tað vísir seg at einki bland er millum makrelin í Kanada øðrumegin og makrelin frá Eysturgrønlandi, Íslandi, Føroyum og víðari suðureftir í Evropa hinumegin. Talan er um hvør sín stovn og hesir møtast ikki, og soleiðis er einki hald í pástandinum um at kanadiskur makrelur er komin hendan vegin.