{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

SEATRACK

Áramál
2014 - 2026
Fígging
Norsk Polarinstitutt og Norsk Institutt for Naturforskning
Fólk á Havstovuni
Jóhannis Danielsen, Bergur Olsen og Sólveig Sørensen
Endamálið er at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu sjófuglasløgunum í Norðurhøvum. Men fyri at fáa úrslitini úr goymslumerkjunum, má fuglurin fangast aftur, og tí er tað bert búfuglur, sum verður merktur. Fuglur verður merktur á 38 ymiskum plássum í Norður­høvum. Í Føroyum verða fuglar merktir í Skúv­oy­nni, Stóru Dímun, Sandoynni, Nóls­oy­nni, í Kirkjubø­hólmi, Mykinesi, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni. Úrslitini frá øllum lond­un­um verða við­gjørd undir ein­um fyri at fáa eina samlaða mynd av, hvussu fuglarnir ferðast, og hvar teir finna føðina um veturin. Tá ið ferð­ing­in er kort­løgd, ber til at meta um, hví fugl­ur­in er júst har til ávísar tíðir og hvørjar um­støður gera, at fuglurin fer hagar.