{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

North Atlantic Climate (NACLIM)

Áramál
2012-2017
Fígging
European Framework Programme 7 (FP7)
Fólk á Havstovuni
Bogi Hansen, Hjálmar Hátún og Karin Margretha H. Larsen

Verkætlanin er endað!
Høvuðsendamálið við NACLIM var at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan v.m.) í Norðuratlantshavi. Parturin hjá Havstovuni var at gera streymmátingar o.a. á djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð. Harafturat skuldi Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í Norðuratlantshavi og serliga hjá uppsjóvarfiski. Tilsaman 17 granskingarstovnar úr 9 evropeiskum londum vóru við í hesi verkætlan, sum varð stýrd av universitetinum í Hamburg. NACLIM verkætlanin endaði 31 januar 2017. Av henni komu umleið 80 vísindaligar ritgerðir, og hon hevur hjálpt okkum betur at skilja rákið í Norðuratlantshavi og Arktis, og hvat árin tað kann fáa fyri veðurlagið í heiminum. Fyri Føroyar var størsti týdningurin helst, at vit fingu fígging og møguleikar til at granska okkara havumhvørvi betur. Gjøllari innlit í verkætlanina fæst við at fara inn á slóðina niðanfyri, har eisini liggja fýra filmar, sum vórðu gjørdir í verkætlanini.

Leinki