{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

FjordProcess – Key processes governing pelagic productivity in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems

Áramál
2022 - 2024
Fígging
Havgransking í Norðuratlantshavi
Fólk á Havstovuni
Eydna í Homrum, Sólvá Jacobsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Ian Salter
Endamálið við verkætlanini er, at seta skjøtul á skipaðar kanningar í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin. Kanningarnar fevna um eginleikar í sjálvum sjónum (hiti, salt og streymur), gróður, djóraæti og smáan fisk uppi í sjónum, sum etur djóraæti. Sambondini millum hesi lið verða kannað, eins og árstíðarbroytingarnar verða fylgdar.