{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

BlueCea – Tracing the fate of Macroalgae with a focus on blue carbon processes in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems and beyond

Áramál
2023 - 2026
Fígging
Havgransking í Norðuratlantshavi
Fólk á Havstovuni
Sissal Vágsheyg Erenbjerg og Petur Steingrund
Veðurlagsbroytingar gera, at fleiri firðir verða ísfríir og tí kunnu taraskógir breiða seg. Umframt hetta benda metingar á, at núverandi framleiðsla av tara stendur fyri meginpartinum av CO2 upptøkuni í gróðri. Men um hetta CO2 verður endaliga botnsett ella endar aftur í luftini, vita vit ikki. Henda verkætlan roynir at kanna, um blátt kolevni í tara verður endaliga botnsett á landi, í firðum ella á opnum havi, ella um tað endar aftur í atmosferuni. Millum annað kanna vit, hvussu langt tari kann ferðast út av firðum út á opið hav. Hetta verður kannað við m.a. numeriskum simuleringum, trackarum, botnprøvum og videobrotum av havbotninum.

Simulering av, hvussu bitlar kunnu ferðast út av Kaldbaksfirði við rákinum.