{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

PostDoc-starv í havfrøði – Rákið tvørtur um Grønland-Skotland ryggin

Havstovan søkir eftir einum postdoktor innan havfrøði til eitt starv í 22 mánaðir. Starvið er partur av ES-verkætlanini EPOC (Explaining and Predicting the Ocean Conveyor) og snýr seg um rákið tvørtur um Grønland-Skotland ryggin við serligum denti á yvirflot tvørtur um Íslandsryggin og rák gjøgnum Bankarennuna og Hetlandsrennuna.

Starvið verður sett frá 1. septembur 2025 (ella seinni eftir nærri avtalu) og varir fram til síðst í juni 2027 (í mesta lagi 22 mánaðir).

Grundarlag

í EPOC verkætlanini luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar úr Europa, USA og Kanada. Verkætlanin er samskipað av Dr. Eleanor Frajka-Williams á Universitetinum í Hamburg. Tíðarskeiðið fyri verkætlanina er frá 1. juli 2022 til 30. juni 2027. EPOC arbeiðir við at greina og skilja tilgongdir í Atlantic Meridional Overturning Circulation (AMOC) yvir tíð, breiddarstigi og øki. Endamálið er at meta um broytingar í rákinum og kanna, í hvønn mun AMOC virkar sum eitt “flutningsband” (conveyor) við at lýsa, hvat ið heldur saman ella brýtur niður samanhangin.

Havstovan hevur fingið játtað stuðul til at taka lut í EPOC verkætlanini í gjøgnum eitt “Hop-on” útboð hjá EU og verður við hesum “widening partner” í verandi EPOC verkætlan. Arbeiðsuppgávurnar hjá Havstovuni snúgva seg um rákið tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (GSR). Endamálið við hesum samstarvi og postdoktarastarvinum er at styrkja førleikan hjá EPOC at greina rákið tvørtur um GSR í “flutningsband” høpi og at meta um, hvussu væl yvirflot verður lýst í high resolution modellum, sum verða nýtt í EPOC verkætlanini.

Starvslýsing og ábyrgd

Granskarin verður partur av havfrøðiliga bólkinum á Havstovuni. Arbeiðið fevnir um greining av havfrøðiligum dátum úr økinum millum Ísland og Skotland, útrokningar av ráki og samanberingar av ymiskum kanningarhættum, ið verða nýttir til at máta rákið.

Úrslitini skulu leggjast fram fyri samstarvspørtum í EPOC, og góðir møguleikar eru fyri samstarvi við útlendskar granskarar innan m.a. mátingar og modellering.

Tann, ið verður sett/ur, skal:

Hvørjum leita vit eftir?

Vit leita eftir einum eldhugaðum og samstarvsfúsum persóni við góðum kunnleika innan havfrøði ella tilsvarandi vísindi.

Umsøkjarin skal hava:

Vit bjóða

Havstovan er ein lítil, men væl skipaður granskingarstovnur við drúgvum royndum innan havmátingar í Norðuratlantshavi. Vit samstarva við leiðandi stovnar í Evropa og USA. Vit hava luttikið í fleiri stórum ES-verkætlanum og eru í løtuni partur av ObsSea4Clim, umframt EPOC.

Arbeiðsstaðurin er á Havstovuni, har tú verður partur av einum toymi við bæði føroyskum og útlendskum starvsfeløgum. Vit leggja dent á fakliga dygd, akademiskt frælsi og virðing fyri samstarvi og ábyrgd.

Gjøgnum samstarv í verkætlanini fært tú eisini møguleika at byggja eitt víðfevnt altjóða netverk innan havmátingar og modellering.

Løn og setanartreytir

Setanin er full tíð og fylgir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum. Starvið varir til endan av EPOC verkætlanini, sum er juni 2027.

Byrjanardagur verður eftir nærri avtalu við tann, ið verður sett/ur – helst á heysti 2025.

Arbeiðsstaðurin er Havstovan, og tað verður væntað, at tú býrt í Føroyum í starvstíðini.

Fleiri upplýsingar

Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Karin Margrethu H. Larsen, havfrøðing og deildarleiðara á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, teldupostur: karinl@hav.fo

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu sendast í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2025 kl. 12:00 (føroyska tíð) til karinl@hav.fo.

Umsóknin skal sendast sum ein PDF-fíla, ið hevur:

Tú kanst søkja, hóast tú ikki hevur fingið PhD-prógvið enn, men PhD-verjan skal verða staðin, áðrenn setan tekur við.

Øll eru vælkomin at søkja óansæð aldur, kyn, rasu, brek, trúgv ella etniska bakgrund.

Karin M. H. Larsen

Umhvørvi

Deildarleiðari, Ph.D, Havfrøðingur

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV

Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska og kenna havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur tí bestu vitanina um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á. Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.

Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.

Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 15 sjófólk.

Viðkomandi tíðindi

Havstovan í nýggjari verkætlan

15.07.2025

Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin…

Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði

03.06.2025

Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum…

Verkstova um havgransking í Nuuk

07.06.2023

Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Á …

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

21.03.2023

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…

Arbeiðsfundur á Havstovuni um viðbrekin havøkir

09.05.2022

Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir. Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar,…

Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi

16.03.2022

Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlants…

Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni

03.03.2022

Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu f…

Kanna skeljadjór fyri eitur

23.08.2012

Ein altjóða verkætlan staðfestir, at tað ber til at kanna skeljadjór fyri algueitur á ein skjótari og bíligari hátt enn higartil, so at hetta lutvíst …