
Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði
Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum er samstarv millum granskingarstovnar í Bergen og føroysku Havstovuna. Verkætlanin fer at lýsa týdningin av mesopelagiska biomassanum fyri bæði uppsjóvarfisk (makrel, svartkjaft og sild), og fyri vistfrøðina á Landgrunninum. Hendan vitan er eisini fortreyt fyri møguligum mesopelagiskum fiskiskapi.
Mesopelagisk djór umboða væl meira enn helvtina av øllum biomassa í heimshøvunum. Um okkara leiðir “krógva” hesi djór seg nær millumlagnum millum heitara Atlantssjógvin og ísakalda yvirflotsjógvin. Hetta, at mesopelagisku djórini liva á 400-600 m dýpi ger, at vit enn vita sera lítið um hetta ovurhonds stóra tilfeingi. Seinastu 30 árini hevur Havstovan havt akustiskar streymmátarar forankraðar á stórum dýpi kring Landgrunnin. Afturat at máta streym, virka hesi instrument eisini sum ekkolodd á skipi, ið brúkar afturkasting av ljóði til at meta um bæði nøgd og slag av fiski. Post Doc granskarin skal samtvinna hesar rúgvusmiklu ekkolodd-dátur við nýggjar dátur frá framkomnum norskum granskingarskipi, sum kemur í okkara havøki í 2026. Hetta verður, millum annað, gjørt við nýtslu av fysiskum og vistfrøðiligum numeriskum modellum.
Starvslýsing til Post Doc verkætlanina
Eisini er ein 3-ára PhD-verkætlan tøk at søkja í DRIFT-verkætlanini. Her verður høvuðsendamálið at lýsa hvussu mesopelagiski biomassin verður gagnnýttur í vistskipanini. Hetta skal serliga gerast við partikkul-sporing við numeriskum modellum.
Starvslýsing til PhD-verkætlanina
Frestin at søkja er 15. juni 2025.
Hjálmar Hátún
Umhvørvi
Ph.D, Havfrøðingur
hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92
Vangi í PURE / Greinar / CVViðkomandi tíðindi

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
06.06.2025
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
05.06.2025
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operator…

Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði
03.06.2025
Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum…

Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
23.05.2025
Grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðani fyrst í 1970-unum er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science (les her). Fuglafrøðingurin Be…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…

Norðhavssildin flutt 800 km longur norð at gýta
08.05.2025
Søguliga hevur Møre verið høvuðsgýtingarøkið hjá norðhavssildini. Men hetta broyttist brádliga í 2021, tá mestsum øll norðhavssildin fór til Lofoten, …

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum
06.05.2025
Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Hátíðardagur á Havstovuni
02.05.2025
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, M…

Svartkjaftastovnurin í minking
02.05.2025
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Sjáldsamur springari
29.04.2025
Leygardagin 26. apríl skolaði ein rípuspringari (Stenella coeruleoalba) upp á Leynasand. Hann tyktist nýliga deyður. Hetta springaraslagið er ein sjál…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
22.04.2025
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk la…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Formansskrá løgd fram
11.04.2025
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Eitt vet meira av toski
20.03.2025
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Laksur fingin á Landgrunninum
11.03.2025
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert,…

Veðurlagsdagur 2025
06.03.2025
Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í …

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin
03.02.2025
Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
29.11.2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Merktu grindirnar støðufastar
19.11.2024
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…

Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í dag kl. 12:30
19.11.2024
Í dag (týsdag 19. november) kl. 12:30 hevur Hjálmar Hátún framløgu við heitinum Havumhvørvið í Norðuratlantshavi. Framløgan verður á íslendsku havstov…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
15.11.2024
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Drigið verður fríggjadagin
13.11.2024
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin tann 15. november kl. 11 Fiskamerkini, sum eru við í drátt…

Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Merktur grindahvalur kavar djúpt
25.10.2024
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
24.10.2024
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur …

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
15.10.2024
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…

Fjølbroytt fiskaborð
03.10.2024
Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni
27.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Freist til lutakastið um 12.500 kr
18.09.2024
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er: 1. november 2024 Sjálvt lutakastið verður 15. november 202…

Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Vísindavøka 2024 – Skrá
13.09.2024
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri 09:00-15:00Tiltøk …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall
12.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…

Merkta grindin farin suður í Bankarennuna
06.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagru…

Óvanligir gestir skolaðir upp í Koltri
04.09.2024
Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar s…

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður
30.08.2024
Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…