SAM
Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: State-space Assessment Model). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið “F” fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, og so ber til at rokna, hvussu stórur stovnurin er í tali og vekt, um náttúrudeyðatalið “M” er kent. Hevur tann fyrimun fram um VPA, at óvissur eru vístar fyri úrslitini.
