Goymslumerki

Goymslumerkir hava eina talgilda flís í sær, sum goymir data.
Goymslumerkini til fisk (vinstrumegin) goyma dýpi og hita yvir tíð. Hesi goymslumerki kunnu verða innopereraði í ryggin (t.d. á havtasku) ella í búkholuna (t.d. á toski) ella fest uttaná. Tá eitt tílíkt goymslumerki verður fingið aftur, fæst vitan um, hvar í sjónum fiskurin hevur ferðast, umframt vøkstur og aldur á merkta fiskinum.
Goymslumerkini til fugl (høgrumegin) goyma daglongd (ljóslogging). Tey verða fest um beinið á fuglinum. Tá hesi goymslumerkini verða fingin aftur, kann finnast útav, hvar ið fuglurin hevur ferðast.
