{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nýtt frá merktu grindahvalunum

Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tveir grindahvalir merktir í Íslandi 16. juli, í samstarvi við granskarar í Vestmannaoyggjum. Hesir sendararnir vóru skotnir í hornið á opnum havi. Ætlanin var eisini at merkja eini grind í Streymnesi 19. august, men hetta miseydnaðist vegna vánaligt veður. Havstovan takkar øllum, ið hava hjálpt til við merkinunum.

Einsamalli merkti hvalurin frá 26. juni gav at byrja við ongar positiónir, kortini at samband var við sendaran. Men í tíðarskeiðinum 4. til 9. august, 40 dagar eftir at hann var merktur, sendi hann positiónir, ið vísti at hann tá var staddur suðuri á Bankarygginum, og hevði kós móti Føroya Banka. Síðan hevur hann ikki sent aftur.

Merkta grindin frá 19. juli helt kósina út av Sandavági og í ein landsynning, út í Hetlandsrennuna. Har fór eini hvalurin frá hinum, og suður á Bankaryggin, meðan hinir hvalirnir hildu kósina í ein landnyring, norður í hellingina eystaru megin Hetlandsrennuna. Síðan hava hvalirnir ferðast nakað suður og norð, fram við hellingini, men hava kortini ikki fylgst alla tíðina. Ein hvalur sendir enn, og hevur hann seinastu dagarnir ferðast enn longur norður, út í Norskahavið.

Báðir grindahvalirnir, ið vóru merktir í Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av Vestmannaoyggjum, kortini at teir ikki ferðaðust saman. Síðan fór eini hvalurin vestur eftir, og var komin vestur í Danmarkarstrætið, millum Ísland og Grønland, tá sambandið slitnaði.

Viðkomandi tíðindi

  • Merkta grindin sunnan fyri Rockall

    Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur

    Les meira

  • Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

    Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt

    Les meira

  • Hvalateljingarnar 2024 lidnar

    Í summar hava Jákup Sverri og Ran luttikið í altjóða hvalateljingum í Norðuratlantshavi. Teljingarnar eru nú lidnar, og eru skipini bæði komin til lands aftur. Jákup Sverri taldi í føroyskum

    Les meira

  • Telja hval á sjeynda sinni

    Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum;

    Les meira